
‘’Kvinnubrot poddurin’’ er eitt nýtt føroyskt poddvarp, ið setur sjóneykuna á kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Endamálið er at geva serliga kvinnum íblástur frá øðrum kvinnum um teirra arbeiðsstøðu, yrkisleið, javnvágin millum arbeiði, familju og annað viðkomandi.
Fyrsti poddur er komin út í dag, á altjóða kvinnudegnum. Gesturin hesaferð er Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna í javnstøðu nevndini. Mai greiður frá bæði um javnstøðu og um sína tíð á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Eftir ætlan kemur ein poddur út um mánaðin. Poddvarpið er framleitt av BIRJA, og Birita Jacobsen er vertur.
Tú kanst hoyra poddvarpið á Spotify, og seinni eisini á Google og Apple Podcast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald