Mentan

Pól Arni Holm leiðari á Føroya Eftirskúla

Hann fær høvi at seta dám á tilgongdina til eftirskúlan frá byrjan

Pól Arni Holm framførdi saman við Týr og Føroya Symfoniorkestri síðsta vikuskiftið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Pól Arni Holm framførdi saman við Týr og Føroya Symfoniorkestri síðsta vikuskiftið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-13 18:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuni varð Pól Arni Holm settur sum leiðari á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri. Pól Arni er útbúgvin bachelorur, umframt útlærdur bygningssnikkari. 

Hann hevur síðan 2013 starvast sum leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri, Pakkhús 4, har hann hevur staðið fyri at menna og skipa tilboð til tey ungu í býnum. Pól Arni er eisini kendur úr tónleikaheiminum m.a. sum oddamaður í bólkunum Hamradun og Týr. 

Pól Arni tekur við einum heilt nýggjum og spennandi starvi og hann fær høvi at seta dám á tilgongdina frá byrjan. Eftirskúlin er eitt nýtt tilboð til ungdómin í Føroyum og uttanlands. Vónirnar eru stórar til ætlanina.

Eftirskúlin á Tvøroyri er tilboð og avbjóðing til Føroya ungdóm og ungdóm aðrastaðni frá at møtast og mennast og samstundis vinna sær førning í uppliving og upplýsing. 

placeholder
placeholder