Føroysku tónleikararnir Pól Arni Holm og John Áki Egholm, sum manna ta lítlu útgávuna av bólkinum Hamradun, vitja hesa vikuna í finska høvuðsstaðnum Helsingfors, og spæla eina akkustiska konsert í Nordisk Kulturkontakt hóskvøldið.
Tað er svensk-føroyska vinafelagið, Tjaldur – vänskapsförening Finland-Färöarna, sum hevur fingið vitjanina í lag. Felagið Tjaldur bjóðar javnan ungum føroyskum lista- og mentafólkum til Finnlands at vitja.
Talan er um fyrstu upptraðkanina hjá Hamradun í Finnlandi. Ávísur altjóða áhugi hevur verið fyri Hamraduni síðan bólkurin í 2015 gav út fyrstu fløgu sína gjøgnum plátufelagið Tutl, bólkurin hevur eitt nú luttikið á altjóða ”folkmetal” festivali í Bergamo í Italia.
Við fullari manning eru Uni Debess, Finnur Hansen, Heri Reynheim og Rani H. Christiansen eisini við í bólkinum, men sum akkustisk duo, er bert talan um sangaran Pól Arna Holm og guittarleikaran John Áka Egholm.
Nordisk Kulturkontakt – fyrr Kulturkontakt Nord – er ein norðurlendskur mentanarstovnur, sum heldur til miðskeiðis í Helsingfors. Stovnurin er fyrst av øllum eitt bókasavn, men skipar eisini fyri mentanartiltøkum.
Millum starvsfólkini á Nordisk Kulturkontakt, er Hedvig Westerlund-Kapnas, sum í fleiri ár starvaðist í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald