Innanlands

Pól Skarðenni sýnir fram í Smiðjuni

Sýnir fram málningar, sum eru málaðir úti á staðnum – í øllum veðri

2019-10-24 08:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin letur upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík við listaverkum hjá Pól Skarðenni. Framsýningin verður hangandi til týsdagin 29. oktober.

Um framsýningina sigur listamaðurin:

- Vit búgva í heimsins vakrasta landi, og hetta royni eg at lýsa í mínum málningum. Tað fjølbroytta landslagið og tað skiftandi veðurlagið..

- Teir flestu málningarnir eru málaðir úti á staðnum, har eg upplivi staðið. Vindurin ger, at eg má seta bardunir á staffiliðið, og er tað stilli um summari, koma mýggjabitarnir og flugurnar og seta seg í málingina (serliga í bláa litin). Tá tað regnar, verði eg vátur, men oljumálingin tolir væl  vatn. Skínir sólin, verður ein blendaður. Alt hetta setur sín serliga dám á málningin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder