Leiðarin fyri liberala og evropavinarliga flokkin, Platforma Obywatelska, ið merkir borgarapallurin, Donald Tusk, er nú tikin í eið sum nýggjur forsætisráðharri í Polandi.
Polska tjóðartingið avgjørdi fyri tveimum døgum síðani at heita á forsetan, Andrej Duda, um at seta Tusk í embætið. Hetta hendi eftir at verandi forsætisráðharri, Mateusz Morawiecki, fekk misálit í tinginum.
Sostatt er eitt átta ára tíðarskeið við nationalkonservativa flokkinum Lóg og Rættvísi komið at enda.
Lóg og Rættvísi gjørdist størsti flokkur á tjóðartingsvalinum í oktober, men megnaði ikki at savna meiriluta til at skipa nýggja stjórn.
(Mynd: EPA)
Donald Tusk kemur nú at standa á odda í eini stjórnarsamgongu við trimum flokkum, sum umframt Borgarapallin telur tveir aðrar flokkar, ið eisini eru vinarliga sinnaðir mótvegis ES.
- Hetta er ein týdningarmikil løta fyri Poland. Eg vil fegin ynskja tær til lukku við at vinna politiska spælið, segði forsetin sambært dpa tíðindastovuni við Donald Tusk. Andrzej Duda, forseti, eg kendur sum ein stuðul hjá flokkinum Lóg og Rættvísi.
Duda forseti verður eisini lagdur undir at eiga sín leiklut í, at tað hevur gingið so long tíð at skipa stjórn eftir valið. Hóast Lóg og Rættvísi ikki fekk savna meiriluta, avgjørdi forsetin at heita á sitandi forsetan, Mateusz Morawiecki um at skipa nýggja stjórn.
Síðst í november varð ein nýggj stjórn tikin í eið av Duda, hóast tað longu tá var greitt, at stjórnin fór at tapa eina atkvøðugreiðslu um misálit í tinginum
Mánadagin var atkvøðugreiðslan so, og harvið kundi Tusk traðka fram á pall og skipa nýggja stjórn.
Donald Tusk var við til at seta Borgarapallin á stovn í 2001. Hann var forsætisráðharri frá 2007 til 2014, og sat sum ES-forseti frá 2014 til 2019.
Morawiecki hevur verið forsætisráðharri frá 2017 til nú. Stjórn hansara hevur í fleiri førum verið í stríð við ES í rættarstatsligum spurningum.
Nú verður roknað við, at viðurskiftini millum ES og Poland fara at batna, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald