Sjúkan polio finst ikki longur á afrikanska meginlandinum. Soleiðis ljóða søguligu boðini frá heimsheilsustovninum WHO nú tað er staðfest, at ongin nýggjur tilburður hevur verið av polio í Afrika í fýra ár,
Harvið er smittandi sjúkan nú oydd í Afrika.
Stóru tíðindini komu á eini videoráðstevnu hjá WHO í gjárkvøldið, skrivar AFP-tíðindastovan.
- Hetta er ein søguligur dagur fyri Afrika, segði Rose Gena Fomban Leke, professari.
Hon stendur á odda fyri einum óheftum bólki, Africa Regional Certification Commission, sum í gjárkvøldið kundi vátta, at øll 47 londini í Afrika hava verið frí fyri polio í fýra ár.
Seinasti tilburðurin av polio á afrikanska meginlandinum varð funnin fyri fýra árum síðani í landnyðringspartinum av Nigeria.
- Komandi ættarlið av afrikanarum kunnu liva uttan hóttanini frá polio, segði Matshidiso Moeti, á einum tíðindafundi sambært New York Times. Hann er økisstjóri fyri Afrika hjá WHO.
Oyðingin av polio er úrslit av einum longum stríði fyri at oyða smittandi sjúkuna. Sjúkan finnist nú, sambært WHO, einans í Afganistan og grannalandinum Pakistan.
Ongin viðgerð er móti polio. Sjúkan elvir til lammilsi, men er sjáldan lívshættislig.
Eitt muterað frábrigdi hóttir framvegis
Tíðindini í dag merkja tó ikki, at vandin fyri polio er heilt av í Afrika, skrivar Reuters tíðindastovan.
Tí sjúkan í einum muteraðu skapi kann framvegis finnast. Hon er staðfest fleiri staðni á afrikanska meginlandinum.
Talan er um ein sjáldsaman form fyri virus, sum muterast frá einum nógv brúktum koppsetingarevni, sum verður givið í dropum gjøgnum munnin. Henda sjáldsama sjúkan rakar økir við fólkum, sum ikki enn eru heilt mótstøðufør.
WHO hevur funnið fleiri tilburðir av hesum slagi av polio, eitt nú í Burkina Faso, Angola, Kamerun og Miðafrikanska Lýveldinum.
- Vit mugu vera varin og halda fram við koppseting fyri at forða fyri at polio brestir á aftur, sigur Matshidiso Moeti sambært Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald