Upptøka: Birgir Ingolf Sigurðsson
--
Í morgun kom eldur í søguliga bygningin Børsen í Keypmannahavn við tí ikoniska spírinum, har tríggir drekahalar snaraðu seg upp móti himmalinum til eykkenda spírið.
Fyrrapartin brendi framvegis og partar av tekjuni umframt spírið eru nú niðurdottin.
Bæði innan og uttan eru hópir av søguligum lutum og skattum, skaptir av stórum donskum listamonnum. Bygningurin er frá 1623 og bygdur meðan Christian IV var kongur. Hetta er einasti handilsbygningur frá teirri tíðini, sum er eftir, skrivar Ritzau.
Fleiri danskir politikarar hava í dag viðmerkt hendingina og hvat teir halda um søguliga bygningin, sum nú nærum er oyðilagdur.
Ein teirra er fólkatingslimurin Jan E. Jørgensen frá Venstre, sum segði soleiðis á X í dag.
- Børsin má og skal byggjast uppaftur. 400 ára gamalt. Mest ikoniska bygningsverkið í Keypmannahavn. Allar kreftur mugu sameinast fyri at fáa hetta gamla, vakra húsið uppafturbygt í øllum sínum veldi.
Sami boðskapur kemur frá Anders Vistisen frá Dansk Folkeparti, sum eigur at Børsen skal byggjast uppaftur so vítt tað er gjørligt.
(Mynd: EPA)
Eisini formaðurin hjá Radikale Venstre, fyrrverandi mentamálaráðharrin, Martin Lidegaard, mælir til at byggja Børsen uppaftur, eins og fraklendingar gjørdu/gera við Notre Dame.
Í gjár, mánadagin, vóru liðin júst fimm á síðan kirkjan í Paris brendi, og síðan hava fleiri hundrað handverkarar arbeitt við at byggja hana uppaftur. Umvælingin og endurbyggingin hevur kosta yvir fýra milliardir krónur.
- Latið okkum gera hetta til okkara Notre Dame, so vit kunnu njóta vakra, vakra arkitekturin og søguna aftur, segði Martin Lidegaard við TV2 fyrrapartin.
Men sambært núverandi mentamálaráðharranum, Jakob Engel-Schmidt frá Moderaterne, er enn ov tíðliga til at tosa um endurbygging.
- Tað er alt ov tíðliga fyri meg at siga nakað skilagott um tað nú. Eldslogarnir eru framvegis í holt við at oyðileggja bygningin, segði hann við Ritzau, men segði eisini, at hansara búkkensla sigur at tað vildi verið rætt at bygt Børsen uppaftur.
Fleiri virðismiklir málningar vórðu bjargaðir út úr brennandi børsinum. Ein teirra er ein tann mest kendi málningurin hjá Skagen-málaranum, P.S. Krøyer “Fra Københavns Børs” frá 1895. 25 fólk frá Nationalmuseet vórðu fyrrapartin tilkallað fyri at hjálpa til við at bjarga fleiri listaverk út úr bygninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald