Uttanlands

Politikararnir sluppu til rýmingar í seinastu løtu

Nýggjar myndir kunngjørdar frá álopinum á Kongressina 6. januar

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-02-11 08:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Filmsupptøkur sum higartil ikki eru vístar alment, vórðu lagdar fram í gjár undir øðrum degi av ríkisrættarmálinum móti fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Upptøkurnar eru fyri ein stóran part eru frá vakmyndatólunum í Kongressini, og tær vísa hvuss nær við, at uppøsta mannamúgvan var við at koma fram til politikararnar inni í Kongressini, tá tey trongdu seg inn 6. januar.

- Hetta gevur tár í hjartanum og í eygunum. Tað er kensluborið og svárt at síggja hetta, segði republikanski senatorurin, Mitt Romney, beint eftir at hann hevði sæð myndirnar av, hvussu trygdarvørar beindu hann á rætta kós eftir at hann hevði havt kós beint móti uppøstu mannamúgvuni.

Romney er ein av fleiri republikanskum senatorum, sum hava sagt, at hann er til reiðar at døma Trump í hesum politiska máli.

Upptøkurnar vísa eisini, hvussu Mike Pence, fyrrverandi varaforseti, varð førdur trygt gjøgnum bygningin og út gjøgnum einar trappur. Hetta hendi eftir at Pence saman við familjuni hevði fjalt seg í einum høli nærhendis Senatið.

- Donald Trump gjørdi Mike Pence varaforseta til eitt mál. Hann leyp á varaforsetan á sínum veljarafundum, í sínum røðum og á Twitter, segði Joaquin Castro, ein av demokratisku ákærunum.

Demokratarnir og verjarnir hjá Donald Trump hava 16 tímar til at leggja fram teirra grundgevingar hesar komandi dagarnar. Lítið bendir tó á, at meirilutin av republikansku senatorunum eru til reiðar at døma fyrrverandi floksfelagan, skrivar dr.dk.

Trump er ákærdur fyri at hava skundað undir uppreistuturin, sum vreiðir Trump-stuðlar, ið savnaðust í Washington, stóðu á odda fyri. Tey vóru komin til høvuðsstaðin  fyri at stuðla uppáhaldinum hjá forsetanum um at hann vann valið móti Joe Biden í november.

Verjarnir hjá Trump hinvegin vísa á, at fyrrverandi forsetin bert brúkti sín talurætt og helt eina politiska røðu, men at hann ikki kann ábyrgdast fyri tað, sum mótmælisfólkini framdu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder