Springaradrápið í Skálafirði 12. september eigur at fáa avleiðingar fyri Føroyar, heldur Lyndon Farnham, senator í Jersey.
Lyndon Farnham er varaforsætisráðharri og ráðharri fyri fíggjarliga menning, ferðavinnu, ítrótt og mentan, og hann ynskir ikki at hava diplomatiskt samband við eitt land, sum "góðtekur slík ting", sigur hann.
– Føroyska stjórnin eigur at skammast yvir at loyva hesari sonevndari siðvenju at halda fram, sigur hann sambært miðlinum Jersey Evening Post. Tí er tað umráðandi, at Jersey tekur málið upp við Stórabretlandi og Føroyum.
Eisini heldur Lyndon Farnham, at stjórnin í Jersey eigur at skriva til Altjóða Oyggjaleikanevndina, Island Games Association og biðja hana endurskoða sambandið við Føroyar og umhugsa, um tað framhaldandi er hóskandi at loyva Føroyum at luttaka á Oyggjaleikunum, so leingi sum tær drepa springarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald