Uttanlands

Politiskot elva til vreiði í Los Angeles

Dijon Kizzee varð raktur 20 ferðir tá løgreglan skjeyt hann mánadagin

Tey leggja blómur og kynda kertur á drápsstaðnum (Mynd: EPA)

Tey leggja blómur og kynda kertur á drápsstaðnum (Mynd: EPA)

2020-09-02 09:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Black Lives Matter-rørslan í USA eggjar nú til mótmæli í amerikanska milliónabýnum Los Angeles, eftir at ein maður mánadagin varð skotin í einum tilburði við løgregluna. Tað skrivar AP tíðindastovan.

Maðurin, sum doyði, er 29 ára gamli Dijon Kizzee. Hann súkklaði í einum íbúðarøki í sunnara parti av býnum, tá løgreglufólk royndu at støðga honum orsaka av onkrum misbroti.

Kizzee tveitti súkkluna frá sær og rann avstað. Tá hann varð fangaður, sló hann, sambært frágreiðing hjá løgreglufólkunum, ein av løgreglufólkunum í andlitið og tveitti eitt klædnaknýti frá sær.

Løgreglufólkini ansaðu eftir, at eitt vápn lá millum klæðini, og síðan skutu tey mannin, upplýsir eitt umboð frá løgregluni í Los Angeles.

Hendingin kemur nú fleiri býir hava mótmælt móti løgregluharðskapi mótvegis svørtum fólkum.

Sambært advokatinum hjá familjuni hjá Dijon Kizzee, varð hann raktur av meira enn tjúgu skotum. Hann leitar nú eftir vitnum til hendingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder