Innanlands

Politisku ungmannafeløgini skipa fyri samhugatiltøkini í kvøld

Samhugatiltakið fyri Ukraina verður á speakers corner á Vaglinum í Havn. Talan er ikki partapolitiskt - umboð fyri Reyða Kross og Amnesty International Føroyadeild halda røðu

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2022-03-02 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld, mikukvøldið 2. mars verður samhugatiltak fyri Ukraina á speakers corner á Vaglinum í Havn.

Tað eru øll politisku ungmannafeløgini, ið saman skipa fyri tiltakinum, ið ikki er partapolitiskt

- Latið okkum vísa, at vit mótmæla russiska álopið á Ukraina og vísa okkara samhuga við fólkið, har býr

[object Object]


Hetta skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi, har tað eisini verður boðað frá, at umboð fyri Reyða Kross og Amnesty International Føroyadeild koma at halda røðu. Tøgn verður eisini hildin í ein minutt fyri ukrainska fólkinum, sum í hesum døgum líður undir russisku innrásini. 

Aftaná hetta verður orðið frítt, og heitt verður á luttakararnar um at taka ljós við av onkrum slagi ella skeltir. 

Tiltakið á Vaglinum í kvøld byrjar klokkan 18.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder