2019-05-08 16:55
Jeppe Juhl, sum er toppkandidatur hjá Nye Borgerlige til fólkatingsvalið í Danmark, varð í gjár handtikin fyri at deila drápssjónband.
Berlingske skrivar, at Jeppe Juhl er handtikin, tí at sjónbandið av drápinum av donsku Louisa Vesterager Jespersen og norsku Maren Ueland er deilt á hansara miðli Newspeek.
Genturnar vóru funnar deyðar 17. desember í fjør. Tær vóru dripnar av yvrigangsmonnum, sum søgdu seg stuðla Islamiska Statin.
Í Danmark eru 14 fólk fyrr ákærd fyri at hava deilt sjónbandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald