“Ein vill útsøgn” er skoðsmálið frá politiska viðmerkjararnum hjá B.T., Joachim B. Olsen um tað, sum formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, segði í Andglettinum fyrrapartin.
Joachim B. Olsen heldur, at hetta bara kann vera eitt vinnaramál fyri Pape.
- Hetta er ein hjálpandi hond í hesum valstríðnum. Hetta er eitt sjónarmið, sum ikki hevur undirtøku í breiða fólkinum, sigur hann.
- Hendan útsøgnin fer at geva Søren Pape Poulsen samhuga, heldur Joachim B. Olsen.
Les eisini: Peikar Miðflokkurin á ein samkyndan forsætisráðharra? Tað kemur ikki upp á tal
Tað var í Andglettinum í Kringvarpinum fyrrapartin, at ein lurtari vildi vita, um Miðflokkurin fór at stuðla Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra, um flokkurin fekk ein fólkatingsess.
Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, svaraði greitt, at tað bleiv ikki talan um, tí Søren Pape er samkyndur.
- At liva sum homoseksuellur er í stríð móti tí grundlóg, sum eg havi, sum Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi eisini Føroyar hava, segði Jenis av Rana í Andglettinum.
Les eisini: Aksel vil vita, um tað fær avleiðingar fyri Jenis
Søren Pape Poulsen (Mynd: EPA)
Søren Pape hevur ikki viðmerkt málð annað enn eini stutt boð, sum hann legði út á Twitter fyrr í dag.
- Halt uppat. Eru vit ikki komin longur, spurdi hann.
Søren Pape stóð seg væl í veljarakanningunum í byrjanini av valdystinum, men er seinastu tíðina gingin nógv aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald