Innanlands

Politistøð á Vestaru Bryggju er partur av Trom

Tú ert ikki tann einasti sum hevur undrast, um Setrið er flutt út og løgreglan flutt inn

(Mynd: Setrið)

(Mynd: Setrið)

2021-03-24 15:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur undrað mong sum hava sína dagligu gongd á Vestaru Bryggju í Havn, at inngongdin til Sjóvinnuhúsið nú ímyndar inngongdina til eina politistøð.

Alt hevur sína orsøk, og tað hevur hetta eisini. Filmsupptøkur til sendirøðina Trom verða gjørdar í Føroyum í løtuni, og filmsliðið hevur valt snotiliga Sjóvinnuhúsið sum karm um politistøð.

Tí verður viðhvørt filmað uttan fyri bygningin komandi tíðina.

Hetta merkir, at summi parkeringspláss ikki eru tøk, tá filmað verður, og at skeltini á bygninginum eru broytt.

Hetta kemur kortini ikki at nerva virkseminum inni í bygninginum, sigur Fróðskaparsetrið. Tað eru Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði, sum halda til í Sjóvinnuhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder