2022-03-30 14:45
Pólska stjórnin, sum sigur seg ikki kunna bíða eftir ES, hevur tikið avgerð um at banna innflutning av russiskum koli.
Pólland hevur seinastu árini arbeitt við at vera minni bundið av orku úr Russlandi, og hetta er ein liður í ætlanini, sum m.a. inniber, at Pólland skal droppa innflutning av russiskum gassi.
Sambært DR fer Póland at revsa privatar fyritøkur, sum ikki yvirhalda hetta forboðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald