2023-07-03 08:24
Pólland herðir nú eftirlitið við markið til Hvítarussland.
Pólski innlendismálaráðharrin, Mariusz Kaminski fer at senda 500 løgreglufólk til markið fyri at økja um trygdina í økinum.
Tey koma afturat 5.000 marknavørðum og 2.000 hermonnum, sum longu eru á varðhaldi við markið, skrivar Ritzau.
Sambært Jaroslaw Kaczynski, pólska varaforsætisráðharranum, sum hevur ábyrgd av trygdini, kunnu upp móti 8.000 Wagner hermenn verða sendir til Hvítarussland, eftir at forsetin í landinum, Aleksandr Lukasjenko hevur boðið Wagner-leiðaranum Jevgenij Prigozjin, og menn hansara til landið.
Markið millum Pólland og Hvítarussland er 418 metrar langt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald