Meira enn tveir triðingar av koronuráðgevunum hjá pólsku stjórnini hava sagt seg úr starvi. Grundgevingin er, at stjórnin ikki hevur lurtað eftir teimum og gjørt nóg mikið fyri at basa smittuni.
13 av teimum 17 ráðgevunum siga í skrivi til Mateusz Morwiecki, forsætisráðharra, sum The Guardian endurgevur, at tað verður meira vanligt, at embætisfólk "fara lættliga um koronu og tørvinum á koppseting".
Í skrivinum verður eisini sagt, at stjórnin hevur gjørt sera lítið fyri at basa smittuni í heyst.
Skrivstovan hjá Morwiecki sigur, at stjórnin hevur verið noydd til at taka hædd fyri ymisku sjónarmiðini hjá m.a. vinnulívinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald