Akfør, sum eru skrásett í Russlandi sleppa ikki longur at koyra til Póllands, boðar pólska innlendismálaráðharrin, Mariusz Kaminski frá.
Sambært Ritzau er Pólland tað síðsta ES-landið, sum hevur Russland sum granna, sum tekur eina slíka avgerð. Áður hava Litava, Lettland, Estland og Finnland gjørt tað sama.
Tað er russiska økið Kaliningrad, sum liggur millum Pólland og Litava.
Pólska bannið fór í gildi á midnátt. Talan er um eina víðkan av einum banni, sum frammanundan umfataði russiskar lastbilar.
Bannið er nú galdandi fyri øll akfør, sum eru skrásett í Russlandi, uttan undantak. Sagt verður, at tað ongan týdning hevur, hvønn ríkisborgaraskap fólkini í bilinum hava.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald