Pólland er í holt við at senda yvir 200 stríðsvognar til Ukraina. Tað skriva fleiri tíðindastovur, sum vísa til keldur úr stjórnini í Varsjava.
Talan er um T-72 stríðsvognar, sum vóru framleiddir í Sovjettíðini.
Meginparturin av teimum eru longu komnir um markið til Ukraina.
Pólski forsetin, Andrzej Duda segði fyrr í vikuni, at Pólland hevði latið Ukraina hernaðarútgerð til eitt virði á 1,5 milliard evrur (11 milliardir krónur), síðan Russland gjørdi innrás í landið 24. februar.
Ukrainski forsetin hevur eisini takkað Póllandi fyri stuðulin, bæði hernaðarstuðulin og tær tríggjar milliónirnar av flóttafólkum úr Ukraina, sum Pólland hevur tikið ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald