Í Póllandi er ætlanin at senda upp móti 10.000 herfólk afturat til hvítarussiska markið fyri at herða marknaeftirlitið, sigur pólski verjumálaráðharrin, Mariusz Blaszczak.
Týsdagin varð boðað frá, at pólska verjumálaráðið hevði givið grønt ljós til, at fleiri herfólk kundu sendast til markið, og mikudagin varð boðað frá, at 2.000 herfólk skuldu flytast til markið.
Avgerðin um at senda fleiri til markið varð tikin, eftir at pólska marknaeftirlitið mánadagin hevði biðið um 1.000 herfólk afturat. Orsøkin var, at alsamt fleiri hava roynt at sleppa yvirum markið uttan loyvi, skrivar Ritzau.
Seinastu tíðina hevur støðan eisini verið spent millum Pólland og Hvítarussland, m.a. orsakað av, at privati herurin, Wagner-bólkurin er fluttur til Hvítarusslands, eftir at bólkurin royndi at gera uppreistur móti leiðsluni í russiska herinum í juni.
Hvítarussland er ein av nærmastu stuðlunum hjá Russlandi undir krígnum móti Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald