Síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar, hevur Pólland tikið ímóti 2,9 milliónum flóttafólkum úr krígsherjaða landinum.
Tað upplýsir pólska marknaeftirlitið sambært DR.
Fleiri enn fimm milliónir fólk eru rýmd úr Ukraina fyri at sleppa undan krígnum, og Pólland, sum er eitt av grannalondunum hjá Ukraina, hevur tikið ímóti flest flóttafólk.
Seinastu vikurnar er talið á flóttafólkum, sum koma til Póllands tó minkað, samstundis sum fleiri flóttar hava valt at fara heimaftur til Ukraina.
UNHCR, flóttafólkafelagsskapurin hjá ST metti fyrst, at fýra milliónir fólk fóru at flýggja undan krígnum, men um mánaðarskiftið mars/apríl fór talið uppum hetta.
Umframt tær fimm milliónirnar, sum eru rýmd úr landinum, eru fimm milliónir afturat eisini rýmd úr heimi sínum til onnur støð í landinum, og talið á flóttafólkum, sum eru rýmd úr heimi sínum í Ukraina er sostatt yvir 10 milliónir, skrivar heimasíðan npr.org.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald