
Pólland hevur skotið upp, at Russland verður blakað úr G20 bólkinum, sum savnar størstu ídnaðarlondini í heiminum, og sambært Póllandi eru "jaligar afturmeldingar" komnar úr USA, har málið hevur verið umrøtt seinastu vikuna.
Ein ónevnd kelda úr amerikonsku stjórnini sigur, sambært Ritzau, at Russland hevur gjørt seg inná altjóða normar, og at tað eigur at fáa avleiðingar fyri møguleikanum hjá landinum at luttaka a altjóða pallum.
Limalondini í G20 eru Argentina, Avstralia, Brasil, Kanada, Frakland, India, Indonesia, Italia, Japan, Kina, Meksiko, Russland, Saudiarabia, Stórabretland, Suðurafrika, Suðurkorea, Turkaland, Týskland og USA. 20. limurin er ES.
Heimsbanking og Altjóða Gjaldoyragrunnurin eru eisini við á fundunum, sum á hvørjum ári verða hildnir.
Limirnir umboða uml. tveir triðingar av fólkinum í heiminum.
Russland hevur tó ongar ætlanir um at fara úr G20, og ætlar russiski forsetin, Vladimir Putin sær eisini at luttaka á ársins G20-toppfundi í Bali í november.
Sambært tíðindastovuni Reuters fær Putin stuðul úr Kina til at verða verandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald