Tað var seinnapartin í gjár lokala tíð, at pólska bygdin Przewodow varð rakt av einari rakett, og tveir póllendingar lótu lív, men líkt er ikki til, at talan var um eitt tilvitað álop, siga m.a. Póslki forsetin, Andrzej Duda.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj legði annars í gjár Russland undir at standa aftanáfyri álopið 12 kilometrar frá ukrainska markinum, eftir at tað kom fram, at tað var ein russisktframleidd rakett.
Russar vátta at hava framt rakettálop í gjár, men vísa aftur, at teir skulu hava lopið á Pólland. Tað tættasta russiska álopið var 35 kilometrar frá pólska markinum, siga russar, sum kalla skuldsetingarnar fyri “tilvitað provokatión”.
Pólski forsetin sigur eisini, at eingi prógv eru fyri, at rakettin varð skotin úr Russlandi. Hann sigur seg heldur ikki rokna við, at hetta fer at endurtaka seg.
Sambært amerikanska forsetanum, Joe Biden, eru heldur ongar ábendingar um, at rakettin varð skotin úr Russlandi, og vísa fleiri lond á, at rakettin í staðin kann stava frá ukrainsku loftverjuni, sum hevur til endamáls at verja móti russiskum rakettálopum.
Jens Stoltenberg, aðalskrivair hjá Nato endurtók eisini á tíðindafundi í dag, at ongar ábendingar eru um, at talan var um eitt tilvitað álop, og eru heldur ongar ábendingar um, at Russland fyrireikar eitt álop á Nato.
Sambært Oleksij Danilov, umboð hjá ukrainska trygdarráðnum, vilja ukrainar tó hava atgongd til staðið, rakettin rakti í gjár fyri at kanna tað nærri. Samstundis vilja ukrainar síggja prógv fyri, at fleiri lond halda tað vera ukrainska loftverjan, sum var orsøkin til hendingina, sigur hann.
Mykhailo Podoljak, ráðgevi hjá ukrainska forsetanum sigur eisini, sambært Ritzau, at Russland er einasta landið, sum kann ábyrgdast fyri hendingina, av tí at tað var Russland, sum byrjaði kríggið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald