Leygardagin tók pólska stjórnin avgerð um at banna innflutningi av korni og øðrum matvørum úr Ukraina.
Talan er um eitt tiltak, sum hevur til endamáls at verja pólskan landbúnað. Innflutningur av ukrainskum vørum hevur nevniliga elvt til munandi príslækkingar, og hevur hetta gjørt tað torført hjá pólskum bóndum at sleppa av við sínum vørum, sigur pólski varaforsætisráðharrin, Jaroslaw Kaczynski sambært Ritzau.
Síðan kríggið í Ukaina byrjaði í februar í fjør, hevur útflutningurin hjá Ukraina verið avmarkaður, og sambært avtalu millum Russland og Ukraina, kann Ukraina í løtuni bert útflyta korn og annað umvegis Svartahavið frá trimum havnum í býunum Odessa, Tjornomorsk og Pivdennyj.
Tí gongur ein stórur partur av ukrainska útflutninginum eisini fyri seg gjøgnum Pólland og hini grannalondini hjá Ukraina, og fyri at betra um støðuna hevur ES eisini strikað avgjaldið, sum vanliga verður lagt á ukrainskar vørur, sum verða innfluttar til ES-lond.
Undir krígnum hevur Pólland verið ein stórur stuðul hjá Ukraina, og tað fer tað framvegis at vera, sigur Kaczynzki.
Í Ukraina harmast mann tó um avgerðina hjá pólsku stjórnini.
Ukrainski ráðharrin í landbúnaðarmálum ásannar, at støðan hjá pólskum bóndum er torfør, men ikki eins torfør og støðan hjá ukrainskum bóndum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald