Innanlands

Portalurin størsti miðilin í Føroyum

Ein stór miðlakanning hjá Fróðskaparsetrinum vísir, at Portalurin verður meira brúktur enn sjónvarpið, útvarpið og heimasíðan hjá Kringvarpinum tilsamans

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-12 12:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Portalurin er mest brúkti føroyski miðilin í Føroyum.

Tað er úrslitið í einari stórari kanning sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt. Í kanningini eru millum 700 og 800 fólk spurd um álit á ymsar stovnar og myndugleikar umframt, at tey eisini eru spurd um miðlanýtslu.

Í mun til síðst nevnda, vóru fólk spurd hvussu ofta tey brúkar ávísar miðlar, og sambært kanningini eru tað 60 prosent av øllum føroyingum, sum brúka Portalin dagliga ella fleiri ferðir um dagin. 57 prosent brúka sjónvarpið, útvarpið ella heimasíðuna hjá Kringvarpinum dagliga ella fleiri ferðir um dagin.

31 prosent siga seg brúka Sosialin/In.fo og 26 prosent Vágaportalin dagliga ella fleiri ferðir um dagin, meðan hetta talið er 6 prosent hjá Dimmalætting/Dimma.fo.

11 prosent siga seg brúka Norðlýsið dagliga ella fleiri ferðir um vikuna.

Um hugt verður eftir hvussu nógv brúka miðlarnar dagliga ella fleiri ferðir um vikuna, er talið 77 prosent hjá Portalinum meðan tað er 75 prosent hjá almenna Kringvarpinum.

[object Object]

Spurt var eisini um hvussu stórt álit fólk hava á upplýsingum, sum koma frá ávísum miðlum. Her eigur Kringvarpið fyrsta plássi, og 77 prosent hava stórt ella nokkso stórt álit á upplýsingunum. Portalurin er á øðrum plássi við 65 prosentum.

[object Object]

Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað inn dátur fyri Søgu- og samfelagsdeildina, og Heini í Skorini er verkætlanarleiðari.

placeholder
placeholder