2019-07-22 09:08
Í Portugal hevur sløkkilið úr at gera, nú skógareldar herja mitt í landinum. Talan er um tríggir ymiskir eldar í Castelo Branco-økinum, ið eru rakt. AP tíðindastovan skrivar, at tamarhald er nú fingið á einum eldi, men hinir báðir herja enn.
Tað kyknaði leygardagin, og orsøkin er nógvi hitin og terrin. Tað sum serliga hevur gjørt uppgávuna trupla, hjá teimum 1800 skølliliðsfólkunum, er tann harði vindurin.
30 fólk eru komin til skaða, og sambært DR stendur tað um lív hjá einum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald