Uttanlands

Portugal: Sosialistaflokkurin hevur nú einsamallan meiriluta

Tjóðartingsval var í Portugal í gjár, og hevur flokkurin hjá António Costa, forsætisráðharra tryggjað sær 117 av 230 tingsessum

António Costa heldur sigursrøðu í Lissabon (Mynd: EPA)

António Costa heldur sigursrøðu í Lissabon (Mynd: EPA)

2022-01-31 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var tjóðartingsval í Portugal, og tá eydnaðist sitandi sosialistiska stjórnarflokkinum (PS) at tryggja sær einsamallan meiriluta. Sostatt hevur flokkurin ikki tørv á stuðul frá øðrum flokkum fyri at kunna varðveita valdið.

Í veljarakanningunum, sum vórðu gjørdar áðrenn valið, stóð flokkurin til at fáa nærum 34 prosent av atkvøðunum. Á seinasta vali fekk flokkurin 38,5 prosent, og í gjár endaði PS við at fáa 42 prosent av atkvøðunum.

Triðstørsti flokkurin gjørdist Chega, ið liggur uttast á høgravonginum. Flokkurin fer sostatt frá at hava eitt umboð í tinginum til 11.

Sosialistaflokkurin hevur tryggjað sær 117 av teimum 230 sessunum í tinginum, og fyri at fáa meiriluta krevst 116. Á seinasta vali fekk flokkurin 108 sessir, skrivar Ritzau.

Tjóðartingsval varð útskrivað í november eftir at stuðulsflokkarnir, kommunistaflokkurin og vinstablokkurin, valdu at stuðla andstøðuni á høgravonginum, sum ikki vildi góðkenna fíggjarlógaruppskotið hjá stjórnini.

António Costa, formaður í sosialistaflokkinum, hevur verið forsætisráðharri síðan november 2015.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder