Uttanlands

Portugisiskur hundur elsti hundur nakrantíð

Bobi, ið er 30 ára gamal, hevur tikið eitt 84 ára gamalt met, boðar Guinness World Records frá

(Mynd: Guinness World Records)

(Mynd: Guinness World Records)

2023-02-04 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bobi, ein 30 ára gamal portugisiskur hundur, er nú heimsins elsti hundur. Tað boðar Guinnes World Records frá, sambært BBC.

Bobi er av slagnum Rafeiro do Alentejo, sum hevur ein miðillivialdur á 12 til 14 ár. Men hesin er also 30 ár og 269 dagar. Hann var føddur 11. mai 1992.

Sambært Guinnes World Records hevur portugisiski hundurin tikið eitt 84 ára gamalt met. Gamla metið varð sett í 1939, tá avstralski hundurin Bluey andaðist, 29 ár og fimm mánaðir gamal.

Sambært eigaranum hjá Bobi hevur hann havt eitt rættiliga friðarligt lív, og er tað helst orsøkin til, at hann hevur livað so leingi. Men nú hann er blivin so gamal, er hann bæði illa gongdur og sær illa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder