Innanlands

Positiv koronukanning hóast koppseting

Tað ber til at fáa koronu hóast tú ert koppsettur. Tað mugu tvey fólk í Føroyum ásanna

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-05-30 21:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At tað ber til at fáa staðfest koronu aftaná tú ert koppsettur, mugu tvey fólk ásanna. VP skrivar um tvey fólk, sum høvdu latið seg kanna, tí tey høvdu verið í samband við ein nýliga smittaðan.

Annað av fólkunum var liðugt koppsett fyri fleiri vikum síðani, og hitt hevði fingið fyrra prikið fyri vikum síðani. Kortini vísti tað seg nú, tá tey vórðu kannað, at tey vóru positiv, skrivar VP.

38,9 prosent av fólkatalinum hava fingið fyrra prikið av koppingarevni móti koronu, meðan 22,1 prosent eru liðugt koppsett.

Seinastu dagarnar eru fleiri tilburðir staðfestir, og í løtuni eru 48 fólk sum eru positiv. 504 fólk eru í sóttarhaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder