Mentan

Sam Feldt á Voxbotn

Hann ferðast javnan á teim størstu tónleikafestivalunum kring allan heim, og er eitt tað heitasta navnið í dansistøðum í løtuni. Sam Feldt, maðurin handan hittið "Post Malone" kemur á Voxbotn í summar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-12-02 21:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Maðurin handan risahittið “Post Malone” kemur at framføra á Okkara Voxbotn tann 27. juni. Hann ferðast javnan á teim størstu tónleikafestivalunum kring allan heim, og er eitt tað heitasta navnið í dansistøðum í løtuni. Tú kanst gleða teg, tí Sam Feldt fer uttan iva at seta veruligt lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2020. 

26 ára gamli niðurlendingurin, Sam Feldt, er hóast sín unga aldur eitt stórt navn á altjóða tónleikahválvinum. Hann byrjaði í 2015 at geva út tónleik, og beinanvegin legði tónleikavinnan til merkis, at her var talan um ein sera gávaðan mann. Stillisliga klintraðu løg hansara móti tindunum, og hann varð heiðraður við gullplátum í fleiri londum. Og so kom lagið “Post Malone” sum hann framleiddi saman við songkvinnuni RANI. Lagið rakk tindarnar kring allan heim, og bara á Spotify hevur lagið meira enn 164 mió stroymingar. Hetta eru ørandi tøl, sum vitna um ein sera vælumtóktan tónleikara. 

[object Object]

Sam Feldt er ein DJ, men hann plagar eisini at hava tónleikabólk við sær á pallin. Og tá hann kemur til Føroya hevur hann bólkin við, og eisini hevur hann váttað, at taka RANI við sær á Okkara Voxbotn 2020. 

Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Gulddreng, I Am, Surma og Signar og John fara á framføra á Okkara Voxbotn 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder