Innanlands

Posta gevst at bera lýsingabløð út

Frá í vár gevst Posta tískil at bera út til húski, sum móttaka lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku

(Mynd: Posta)

(Mynd: Posta)

2025-01-30 11:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá í vár gevst Posta tískil at bera út til húski, sum móttaka lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku.

- Hetta er ein neyðug tillaging fyri at betra um raksturin, og tað ger, at vit kunnu fokusera virksemið og skipa okkum enn meira eftir pakkaútbering, sum vit longu gera gott í dag. Tað er har, eftirspurningurin er, sigur fyribilsstjórin á Posta, Evard Remberg.

Kjarnuuppgávan hjá Posta er útbering av posti og vøru til føroyingar kring landið. Gongdin er tó, at postboðið hevur færri brøv og lýsingabløð við í hvørjari útbering, meðan eftirspurningurin er størri viðvíkjandi pakkum.

- Føroyingar ganga sum heild høgt upp í at keypa eftir tilboðum. Men bæði handlar og húskini velja í størri mun prentaðu lýsingabløðini frá og brúka talgildar pallar so sum Posta-appina, sosialar miðlar ella tilboð á telduposti, sigur Edvard Remberg.

Posta hevur í dag eina góða tænastu á pakkamarknaðinum. Við færri vørum á hillini verður virksemið enn meira miðvíst við denti á útbering av pakkum til dyrnar ella í pakkaboks.

Avgerðin hevur tíverri avleiðingar fyri starvsfólk, sum arbeiða í útberingini og við adressuleysum.

- Tað er ein tung avgerð at siga góð starvsfólk úr starvi, sum hava lagt stóra orku í at gera eitt gott arbeiði fyri okkara viðskiftafólk hvønn einasta dag, sigur Edvard Remberg.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á stjóranum í Posta, men hann sigur við in.fo, at 20 størv verða niðurløgd. Tað merkir at 12 fólk verða søgd úr starvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder