Fyri fimm árum síðani tók Posta avgerð um at lata upp terminal og skrivstovu í Kolding við navninum Posta Logistics.
Síðan byrjan hevur Posta Logistics havt áhaldandi vøkstur og hevur prógvað sítt virði sum ein týdningarmikil viðleikari, tá tað snýr seg um frakt í norðuratlantsøkinum.
Stóra virksemi gjørdi, at Posta Logistics fyrr í ár lat eina deild upp í Keypmannahavn. Serfrøðingar innan flogfrakt sita í Keypmannahavn, og í Kolding sita serfrøðingar innan sjófrakt. Arbeitt verður saman við fraktdeildini hjá Posta, har málið er tryggja vit bestu loysnina, tá tað snýr seg um frakt til og úr Føroyum, boðar Posta frá.
Stóra vinnublaðið Børsen lat Posta Logistics eina Gazellu í farnu viku. Hendan viðurkenning verður givin fyritøkum, sum seinastu fýra árini hava havt stóran vøkstur í umsetninginum ella bruttoúrslitinum, og sum samanlagt í hesum tíðarskeiði, hava tvífaldað hetta við góðum úrsliti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald