Posta hevur í dag kunngjørt ársroknskapin fyri 2023.
Sølan í 2023 var 124,5 mió. kr., sum var minni enn undanfarna ár, tá ið hon var 134 mió. kr. Raksturin áðrenn avskrivingar gav eitt avlop á 7,6 mió. kr., og úrslitið eftir skatt var eitt hall á 6,9 mió. kr. Úrslitið er íroknað niðurskrivingar og sølu av einum dótturfelagi.
Flutningsmynstrið hjá húskjum og vinnu var ávirkað av uttanhýsis umstøðum í heiminum, eitt nú prísvøkstri og rentum. Samstundis minkaði talið av brøvum 19 prosent, og tað er meira enn undanfarin ár. Serliga tað seinna ávirkaði úrslitið neiligt. Tørvurin at senda og móttaka brøv er broyttur, og nógvar fyritøkur og stovnar hava umlagt samskiftið við viðskiftafólk og borgarar til talgilt samskifti.
- Vit hava eina uppgávu fyri framman, sum snýr seg um at gera virksemið enn meira kappingarført, tillaga virksemið til broytingarnar í marknaðinum, seta kundan í fokus umframt at fokusera upp á tey økini, sum loysa seg frameftir. Eg havi góðar vónir um framtíðina , sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á Posta.
Posta væntar væl betur úrslit i bæði 2024 og 2025, verður sagt.
Í nevndini í Posta eru Jóan Magnus Rasmussen, formaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Guðrið Højgaard, nevndarlimur, Jóannis Iversen, nevndarlimur, starvsfólkaumboð, Steinvør Jacobsen, nevndarlimur, starvsfólkaumboð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald