
Korona ger veruliga um seg í Vestmanna, har skúlin er stongdur næstu tíggju dagarnar.
Nú hava Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna gjørt avtalu við Sjúkrahúsverkið um at kanna sínar borgarar fyri koronu.
Hetta verður gjørt í Vestmanna skúla.
- Kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gerða og vóna, at borgarnir í bygdunum fara at nýta hetta tilboðið, so vit kunna basa korona í okkara bygdum og koma hartil, at vit øll kunnu fá ein vanligan dagligdag aftur og ikki minst, eini koronafríð jól, skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðuni.
Bílegging fer fram á korona.fo, og tað er møguligt at bíleggja sær tíðir til fríggjadagin og til sunnudagin. Kannað verður millum klokkan 17 og 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald