Innanlands

Video: Poul Geert Hansen og Jan Ziskasen ársins leiðarar

Tað varð avdúkað á Leiðaradegnuum seinnapartin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-03-25 17:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðsta punkt á skránni á Leiðaradegnum, sum hevur verið á Hotel Føroyum í dag, var sum vant kjósanin av ársins leiðara innan tað almenna og tað privata.

Trý vóru tilnevnd í hvørjum bólki, og ein dómsnevnd hevur tikið støðu til hvør skuldi fáa heiðurin at vera ársins leiðari.

Innan tað almenna var tað Poul Geert Hansen, aðalstjóri í uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum varð kosin ársins leiðari.

[object Object]

Um Poul Geert Hansen verður sagt:

- Leiðarin er sera tilvitaður um leiðslu og menning. Hann er arbeiðssamur, skipaður, stabilur og politiskt tev. Leiðarin eer góður við sini starvsfólk sum hann hevur álit á og verjir. Hann hevur ein opnan leiðslustíl, er tolin, rættvísur, lagaligur og er altíð líka. 

Innan tað privata var tað Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, sum varð kosin ársins leiðari.

[object Object]

Um Jan Ziskasen verður sagt:

- Ársins privati leiðari er kveikandi so starvsfólkin kenna at fyritøkan er best og dugnaligast. Leiðarin megnar at fáa øll at ganga somu leið, og fær starvsfólkini við til at seta kósina. Leiðarin er trúgvur ímóti sínari sannføring, og er til reiðar at taka avleiðingarnar. Leiðarin er lættur at tosa við, sjónligur og dugir væl at lurta, um starvsfólkini hava nakað uppá hjartað.

---

Kjósanin varð stroymd á Portalinum seinnapartin. Øll upptøkan sæst niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder