Tað eru ikki hissini ræðuleikar Poul Michelsen væntar sær, um Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, sum í hesum døgum samráðast um nýggja samgongu, finna eina semju um eitt samgonguskjal.
- Um illa vil til, kann úrslitið av valinum gerast katastrofalt. Vinnuliga, búskaparliga og etiskt kunnu vit verða skotin aftur í fortíðina. Hóast vit mugu viðurkenna valúrslitið, er tað okkara skylda at ávirka soleiðis at politikkurin hjá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum ikki vinnur frama, skrivar Poul Michelsen, í lesarabrævi í kvøld.
Framsókn lovaði í síni valskrá at ansa eftir Føroya framtíð. Hetta lyfti fara vit at halda og bjóða soleiðis okkara tveir tingsessis tøkar til hetta arbeiði, skrivar hann.
Poul Michelsen staðfestir, at lítið lokkandi valskráin Framsókn fór upp á val til, hevur gjørt, at flokkurin hevur mist atkvøður. Hann heldur tó, at tað er neyðugt at halda aftur. Hann sipar til nýggju heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum.
- Har stendur m.a., at búskapurin ikki hevur brúk fyri ófíggjaðum skattalættum og líknandi tiltøkum, sum stimbra búskapin.
- Føroyar hava tørv á stabiliteti. Føroyar hava brúk fyri trygd og haldføri í øllum viðurskiftum í samfelagnum. Sum støðan er nú kann hesin politikkur best fremjast av einari samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
Flokkurin fekk tveir sessir. Fyrst valdur gjørdist Bjarni K. Petersen við 280 atkvøðum, meðan Poul Michelsen gjørdist næstvaldur við 265 atkvøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald