2019-09-22 11:32
Poul Michelsen, løgtingsmaður og floksformaður fyri Framsókn, er nú farin aftur í privata vinnulívið aftaná fýra ár.
Seinasta valskeiðið hevur Poul Michelsen verið landsstýrismaður, men tað er hann ikki longur, og tí er hann aftur vorðin forstjóri í p/f Poul Michelsen.
Tað varð skrásett hjá Skráseting Føroya fríggjadagin, sambært Kringvarpinum.
Undir fyrrverandi CEF-samgonguni var Poul Michelsen landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald