Mentan

Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson - “Sál”

Útgávukonsertir og -tiltøk vera í Havn, Fuglafirði, Sandavági og á Drelnesi

Brøðurnir Bárður og Pauli Reinert Poulsen

Brøðurnir Bárður og Pauli Reinert Poulsen

2026-04-29 07:58 Author image
Innsent
placeholder

Í sambandi við at Poulsen Brothers útgeva plátuna “Sál” 29. mai, kemur navnframi íslendski saksofonleikarin Óskar Guðjónsson – sum er kendur frá eitt nú Mezzoforte – til Føroya at spæla eina røð av útgávukonsertum.

Fyrsta konsertin verður fríggjakvøldið 29. mai í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Bárður á Lakjuni hitar upp. Leygarkvøldið er útgávukonsert í Reinsaríinum í Havn, og sunnudagin verður matiné í Salt í Øravík. Eisini eru tvær framførslur við minni formati á skrá: Fríggjadag verur útgávutiltak í Tutl, og leygardagin er konsert í Hentzarsa pakkhúsi í Sandavági.

Brøðurnir Bárður og Pauli eru uppvaksnir í Havn, og hava hvør í sínum lagi, verið úti í heimi í lestrarørindum, og búgva nú aftur á sama postnummari. Teir stovnaðu bólkin Poulsen Brothers saman við trummuleikaranum Rógva á Rógvu, ið tey flestu kenna frá bólkum sum Terji og Føstufressar og Plúmm.

“Sál” varð innspæld í Sjónleikarhúsinum í Havn tann 6. august 2024. Tónleikurin er instrumentalur, og bera tey nýggju løgini brá av norðulendskum jazzi við íslettum frá 90’ara New York post-bop tónleiki.

“Sál” er útgivin av Tutl, og kann bert hoyrast í síni heild á vinyl ella digital umvegis Bandcamp. Høvi verður at ogna sær plátuna til konsertirnar.

Konsertskrá:
29. mai kl. 15: Tult, útgávutiltak
29. mai kl. 20: Mentanarhúsið, Fuglafjørður
30. mai kl. 14: Hentsarsa pakkhús (trio), Sandavágur
30. mai kl. 21: Reinsaríið, Tórshavn
31. mai kl. 15: Salt, Øravík

Tónleikarar:
Óskar Guðjónsson, saxofon
Pauli Reinert Poulsen, gittar
Bárður Reinert Poulsen, kontrabass
Rógvi á Rógvu, trummur

YouTube-leinkja: Scoville – single

YouTube-leinkja: Afterthought – single 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder