Tá Donald Trump formliga verður tilnevndur sum forsetavalevni á floksfundinum hjá republikanska flokkinum í North Carolina 24. august, er pressan ikki boðin við.
Orsøkin er koronafarsóttin, sigur talsfólk hjá republikanska flokkinum við tíðindastovuna AP.
Í juli mátti Trump avlýsa ein valfund í Florida, orsakað av økta talinum á nýggjum smittutilburðum í USA.
Kortini skulu 336 valfólk eftir ætlan hittast í Charlotte í North Carolina seinni í august, so tey formliga kunnu tilnevna Trump sum valevni til forsetavalið 3. november, skrivar Ritzau.
Vanligt eru nógvir miðlar til staðar, tá flokkarnir hava stóran floksfund áðrenn valið.
Broytist støðan hjá republikanska flokkinum ikki, verður tað fyrstu ferð í nýggjari amerikanskari søgu, at pressan ikki fær atgongd, tá nýggja forsetavalevnið formliga verður tilnevnt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald