Innanlands

Prestafelag Føroya fingið sjálvstøðugan limaskap Norðurlendska Prestafelagssamstarvinum

Prestafelag Føroya hevur í nógv ár havt umboðan sum eygleiðari, knýtt at danska prestafelagnum, men síðan januar hevur einki formligt samband verið millum føroyska og danska prestafelagið

2024-09-16 11:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 12. september hevði Norðurlendska Prestafelagssamstarvið (NPS) ársfund í Sundsvåll.

Í fjør setti Prestafelag Føroya fram ynski um at gerast sjálvstøðugir limir í NPS, við teimum rættindum og skyldum, sum tað inniber.

Steintóra Gleðisheygg Joensen, forkvinna fyri Prestafelag Føroya, luttók á fundinum hesa ferð, og fegnast um, at felagið í ár fekk fulla undirtøku frá hinum norðanlondunum í samstarvinum, sum eru Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki.

Fundurin var hildin í vakra umhvørvinum við Selånger Pilgrimscenter.

Endamálið við samstarvinum er at samskifta um aktuellu støðurnar í fakfelagsarbeiðinum í kirkjunum í Norðanlondum. Hóast londini eru ymisk, og setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum eru ymisk, er greitt, at nakrar av avbjóðingunum, sum eru í kirkjunum rundan um okkum, eru tær somu. Á fundunum kemur fram, hvussu londini hvør sær møta og loysa hesar avbjóðingar, bæði innanhýsis og við almennar mynduleikar.

Prestafelag Føroya hevur í nógv ár havt umboðan í NPS, sum eygleiðari, knýtt at danska prestafelagnum. Á aðalfundi 27. apríl 2022 samtyktu føroysku prestarnir, at teir ikki longur ynsktu at vera knýttir at danska felagnum og 1. januar 2024 steðgaði limaskapurin, so at tað nú onki formligt samband er ímillum føroyska og danska prestafelagið.

Nevndin gleðist um, at tað framyvir verður javnbjóðis samstarv ímillum norðurlendsku tjóðirnar í NPS. Forkvinnan takkar fyrrverandi formonnunum fyri felagið, Jákup Reinert Hansen og Theodor Eli Dam Olsen, fyri góða ráðgeving.

Prestafelag Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder