
Fyrrapartin í dag hittust prestar í Fólkakirkjuni í Nesvík. Hetta er sum so ikki nakað óvanligt, men ørindini vóru tó ikki konfirmantlega, fundur um kirkjulig viðurskifti, ella annað ið prestarnir vanliga hava at umrøða.
Byrjað varð við morgunmat, so var andakt á skránni, áðrenn farið var á vøllin. Hesin vøllurin, beint niðanfyri leguhúsið, hevur verið nógv brúktur av børnum, ungum og vaksnum gjøgnum árini. Í dag nýttu nakrir prestar hann til at hava eina fótbóltsvenjing.
Mynd: trubodin.fo
Eitt lið er sett saman, sum verður kallað Kirkjuliðið, til tess at spæla ímóti politikkarunum í einum ólavsøkudysti, sum er á skrá 27. juli kl. 19. Í ólavsøkuskránni verður dysturin kallaður "Dysturin millum lógkøn og hálshvít" - dysturin millum lóg og evangeliið hava onnur nevnt hann, skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.
- Dysturin var javnur, og fleiri vístu síni kynstur. Dribblingar hjá Gerhardi, takklingar hjá Jákupi og dundurskot hjá Steintóru. Jú, tað sær lovandi út, skrivar Trúboðin um dystin til venjingina í dag.
Tiltakið er ætlað sum eitt vælgerandi tiltak, hóast tað er ókeypis. Í ár verður latin stuðul til verkætlanina “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Føroya. Fleiri fyritøkur hava latið stuðul í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald