Innanlands

Prestar og politikkarar dystast á Tórsvølli í dag

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17. Serstaki fótbóltsdysturin er til frama fyri Barnabata, og tey úr politisku skipanini hava vunnið tepurt tey seinastu árini

Felagsmynd eftir dystin í fjør sum tey í hvítum búna vunnu 4-3 (Mynd:

Felagsmynd eftir dystin í fjør sum tey í hvítum búna vunnu 4-3 (Mynd: "Dysturin millum lógkøn og hálshvít)

2023-07-27 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tvey árini hava politikkarar og prestar spælt fótbóltsdyst dagin fyri ólavsøku á Ovara Vølli í Gundadali. Í dag er hesin vøllurin upptikin av evropeiskum dysti hjá B36, men tað forðar ikki prestunum og politikkarunum at hittast á vølli.

Ein størri pallur verður nýttur. Fyrsta bríksl í 2023 útgávuni av "Teimum lógkønu móti teimum hálshvítu" verður á Tórsvølli klokkan 17 í dag, 27. juni, boða fyriskipararnir frá. 

Higartil hava dystirnir verið javnir. Í 2021 endaði tað 3-3, og síðani vunnu politikkarnir við brotssparkskapping. Í fjør vunnu tey lógkønu 4-3.

[object Object]Prestaliðið eftir dystin í fjør (Mynd: Anna Falkenberg) 

[object Object]
Politikkarar fegnast (Mynd: Anna Falkenberg)

Harvið hava prestarnir kanska okkurt at prógva í triðja dystinum av hesum slagnum í Føroyum, meðan tey sum sita í landsins leiðslu skulu royna at halda fast í trónuni.

Talan er um ein dyst, sum hevur eitt vælgerandi endamál. Fyriskipararnir skriva, at tað er ókeypis at koma til dystin, men fólk eru vælkomin at geva Barnabata eina gávu á Konto 9181 - 130.388.2. Viðmerkingin skal vera "ÓSdystur".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder