Innanlands

Pride í Berlin: Hava dripið gerningsmannin

21 ára gamli maðurin, sum er undir illgruna at hava koyrt inn í mannamúgvu í Berlin leygarkvøldið, er í kvøld dripin av løgregluni

(Mynd: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-26 22:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umleið klokkan 18 lokala tíð varð maðurin sum er undir illgruna at standa aftanfyri álopið í Tiergarten í gjár funnin í einum kolonihava í Spandau vestan fyri Berlin.

Sambært løgregluni rann maðurin við stunguvápni móti løgreglufólki, sum síðani skutu eftir manninum. Hann fekk álvarsligan skaða og doyði á staðnum løtu seinni.

Tíðliga í morgun eftirlýsti týsku myndugleikarnir 21 ára gamla Abdul Ballout, sum var undir illgruna. Løgreglan kendi mannin sum hevði samband við islamistiska umhvørvið í Berlin.

29 fólk komu til skaða tá Abdul Ballout koyrdi í mannamúgvu og leyp síðan á við stunguvápni til eitt Pride-tiltak í Berlin. Eitt fólk doyði av løstinum.

[object Object](Mynd: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder