Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigosjin er ikki longur í Hvítarusslandi, sigur hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko.
– Prigosjin er aftur í Russlandi eftir eina stutta útlegd í Hvítarusslandi, meðan hermenn hansara framvegis eru í teirra legum, sigur hann sambært Ritzau.
Sambært Lukasjenko er málið um at fáa leiguhermenninar í Wagner-bólkinum fluttar enn ikki loyst, men Prigosjin er ein fríur maður, og fer russiski forsetin, Vladimir Putin ikki at drepa hann.
Hvítarussiski forsetin ætlar at tosa við russiska starvsbróðir sín um Prigosjin á einum komandi fundi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald