Innanlands

Prince avlýsir fráferðir í morgin fyri veður

Í morgin verður eingin sigling á suðuroyarleiðini seinnapartin, og eingin sigling verður á hestleiðini fyrrapartin, boðar Strandferðslan frá

Prince (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)

Prince (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)

2019-09-25 19:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, hósdagin 26. september, verða ætlaðu fráferðirnar hjá Prince av Krambatanga kl. 15.30 og av Havnini kl. 19 ikki sigldar.

Strandferðslan upplýsir, at tað er orsakað av veðrinum, at Prince ikki fer at sigla seinnapartin í morgin.

Sambært danska veðurstovninum DMI verður vindurin seinnapartin í morgin um 12-13 m/s við hvirlum upp í 21 m/s.

Strandferðslan boðar eisini frá, at veðrið ávirkar siglingina á leið 61 millum Hest og Gomlurætt.

Fyrrapartin í morgin verður tí eingin sigling á leið 61. Eykatúrur verður sigldur kl. 13 av Gomlurætt og 13.25 úr Hesti. Síðani verður siglt sambært ferðaætlan, stendur á heimasíðuni hjá Strandfaraskip Landsins.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder