Innanlands

PRINCE skal avloysa Smyril

Leigusáttmáli varð skrivaður í gjár - Smyril skal í dokk í september

(Mynd: SSL)

(Mynd: SSL)

2019-07-19 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandfarðarskip Landsins boðar frá, at í gjár, 18. juni, varð endaligur leigusáttmáli undirskrivaður um farma- og ferðafólkaskipið PRINCE. Í sáttmálanum stendur, at PRINCE skal røkja Suðuroyarleiðina, tá Smyril fer í dokk 20. september.

Hilmar Eliasen stjóri fegnast um, at SSL við hesari avtaluni fær eitt avloysaraskip, sum er líkt Smyrli; tað vil siga, kann áleið tað sama sum Smyril.

Um skipið skrivar Strandfarðarskip Landsins, at PRINCE hevur síðuskrúvur bæði aftan og framman, og tað skuldi tískil verið gott at handfara. PRINCE hevur eitt skifti verið hotelskip í Norðsjónum.

Tað er ikki heilt greitt, hvussu leingi Smyril skal í dokk. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder