Princess Nokia, Destiny Fraqeueri úr New York, er ikki bara ein fantastiskur rappari og teksthøvundur, men eitt feministiskt ikon og hon er í allar mátar heilt serstøk.
Princess Nokia blandar punk rock, 90’ara R&B og nýskapandi hipp hopp. Úrslitið er máttmikil, eldhugaður, bersøgin, og sprelllivandi tónleikur with djúpum rótum í New York City og rapp søgu.
Princess Nokia er á stórari Europa tónleikaferð, har hon er høvuðsnavn á festivalum so sum Lollapalooza og Primavera. Hon leggur leiðina umvegis Gøtusand hósdagin 11. juli, ávegis til Spania, har hon spælir kvøldið eftir.
Tað er bara á G! tú kanst uppliva eina so ikoniska og nýhugsandi framførslu. Vit síggjast til hipp hopp á sandinum.
- G! festivalurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald