Uttanlands

Prinsessan heldur at ’det är bra’ at børnini ikki eru partur av kongshúsinum

Madeleina prinsessa og Carl Philip prinsur taka undir við avgerðini um at børn teirra missa síni kongaligu rættindi

(Mynd: Madeleine prinsessa á Instagram)

(Mynd: Madeleine prinsessa á Instagram)

2019-10-07 16:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Børnini hjá svenska konginum halda at tað er fínasta slag, at teirra børn ikki longur eru partur av kongshúsinum.

’Det är bra’ skrivar Madeleine prinsessa á Instagram í dag.

 

Svenska kongshúsið kom fyrr í dag við fráboðanini um, at abbabørnini hjá kongi – tey sum ikki eru børn hjá krúnprinsessuhjúnunum – ikki longur eru partur av kongshúsinum, hóast tey sjálvandi framhaldandi eru partur av kongsfamiljuni.

Eisini Carl Philip, prinsur, hevur á Instagram boðað frá, at hann tekur undir við avgerðini.

- Vit síggja tað sum nakað jaligt, tí tað gevur Alexander og Gabriel (børnunum, red.) fríari val í teirra lívum, skrivar Carl Philip.

Avgerðin merkir millum annað, at fimm av abbabørnunum hjá kongi ikki lognur verða rópt fyri ”kongalig hátign”, men tað merkir eisini, at tey heldur ikki fáa kongaligar uppgávur og skyldur.

Avgerðin hjá kongshúsinum merkir eisini, at tað framyvir bert eru børnini hjá krúnprinsessuni, sum fáa apanagu, undirhaldsveiting á fíggjarlógini, skrivar Danmarks Radio.

Mett verður, at broytingin er ein roynd frá kongshúsinum at tillaga húsið til ta tíðina, vit liva í. Vandi er jú fyri, at avgerðin um ikki at veita øllum familjulimunum undirhaldsveiting kann verða tikin av politisku skipanini, og tað vildi verið til lítlan sóma fyri kongshúsið. Við tað at kongshúsið sjálvt tók avgerðina, er tann vandin ikki til staðar, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder