Uttanlands

Prísir avdúkaðir: Koppingarevnið hjá Moderna er dýrast

Ein belgiskur ráðharri legði ein príslista á Twitter, sum tó skjótt var strikaður aftur – Útfrá honum sæst, at koppingarevnið hjá Astrazeneca er tað bíligasta, meðan tað hjá Moderna er tað dýrasta

Koppingarevnið hjá Moderna er dýrari enn hini (Savnsmynd)

Koppingarevnið hjá Moderna er dýrari enn hini (Savnsmynd)

2020-12-19 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Higartil hevur keypsprísurin verið loyniligur, men fríggjadagin kom belgiski ráðharrin í fíggjar- og forbrúksmálum, Eva de Bleeker, til at avdúka, hvussu nógv ES skal gjalda fyri tey ymisku koppingarevnini móti covid-19. Tá legði hon nevniliga ein lista á Twitter, har tað varð avdúkað, hvussu nógv tað kostaði at keypa tey ymisku koppingarevnini, sum m.a. Belgia samráðast um at keypa gjøgnum ES.

Hon varð skjót at strika listan av Twitter aftur, men tað var ov seint. Listin er síðani lagdur út av nýggjum á bæði Twitter og aðrar sosialar miðlar.

TV2 hevur deilt listan og útroknað, hvat prísur er per skamt í okkara krónum:

Oxford/Astrazeneca: 1,78 euro (13,24 krónur)
Johnson & Johnson: 8,50 dollars (51,59 krónur)
Sanofi/GSK: 7,56 euro (56,24 krónur)
Curevac: 10 euro (74,40 krónur)
Pfizer/Biontech: 12 euro (89,28 krónur)
Moderna: 18 dollars (109,24 krónur)

Útfrá hesum sæst, at koppingarevnini hjá Pfizer og Moderna, sum eisini eru komin longst í góðkenningartilgongdini, eru tey dýrastu, meðan koppingarevnið hjá Oxford/Astrazeneca er væl bíligari enn hini.

Tað er koppingarvenið hjá Pfizer, sum kemur til Føroya eftir jól. Hetta varð avdúkað í tíðindafundi í vikuni. Føroyar fær í fyrsta umfari 4.770 skamtir av koppingarevninum, sum er nóg mikið til at koppseta í mesta lagi 2.385 fólk, av tí at hvør persónur skal hava tveir skamtar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder