Nú hækka prísirnir ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt.
Frá august 2023 til august 2024 eru prísirnir hækkaðir 1,7 prosent, og tað er lakasti prísvøkstur í meira enn trý ár.
Sambært Hagstovuni skulu vit aftur til februar 2021 fyri at síggja ein lakari prísvøkstur.
Matvøruprísirnir hækka tó framvegis. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga fýra prosent í august í ár samanborið við sama mánað árið fyri.
Tað er serliga prísurin á kjøti, sum er hækkaður — vøksturin er góð 11 prosent. Prísirnir á fiski eru somuleiðis hækkaðir. Tó er kaffi blivið bíligari enn í august 2023.
Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,4 prosent.
Prísvøksturin í Danmark í august var enn lakari — 1,4 prosent. Størsti prísvøksturin er í Íslandi, har hann er seks prosent. Í Svøríki er prísvøksturin 1,9 prosent og Noregi 2,6 prosent. Lægstur er prísvøksturin í Finnlandi - 1,2 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald